Løtt graskersuppa

Onki er sum at eta suppu um heystið.

Hokkaido grasker eru føst í tí, og hava ein nøtakendan og søtan smakk. Tí hóska tey seg so væl til matgerð – serliga um heystið, ið er besta árstíðin hjá allari graskersfamiljuni.

Tilfar til fýra fólk

  • 2 hokkaido grasker
  • 4 gularøtur
  • 4 leykir
  • 4 hvítleyksbátar
  • 2 tesk. spískkumman
  • 2 súpisk. ingifer í flísum
  • 2 tesk. kilipulvur
  • 2 l vatn
  • 2 grønmetisbótarmolar
  • 1 sitrón
  • 4 dl róma ella kokusmjólk
  • salt og pipar

Soleiðis gert tú

  • Skola graskerini væl, flys tey og sker fylluna í terningar.
  • Flys gularøtur og sker tær í grovar terningar.
  • Pilka og hakka leyk og hvítleyk.
  • Hita eina grýtu við olju til miðal hita, og brúnka grasker, gularøtur, leyk, hvítleyk og rivið ingifer saman við kryddaríum í einar tveir minuttir.
  • Stoyt vatn og bótarmola í grýtuna og lat kóka í umleið 15 minuttir ella til grønmetið er moyrt.

Afturvið

  • Ristaðar graskerskjarnur
  • Ristaðir rugbreyðsbitar (croutons)
  • Gott breyð