Dunnubringa

við grønmeti og rómasalati

Tekur 40 minuttir at gera 😋

Tilfar til 2 fólk

  • 2 dunnubringur
  • 2 leykir
  • 1/2 reyðkál
  • roykt salt
  • 2 grønkálsbløð
  • 2 dl súreplaløg
  • 2 spsk súreplaedik
  • 1 dl oksabót
  • 1 súrepli
  • 1 dl róma
  • 1 neva timian

Rómasalat

  • 1 reyðkálsblað
  • 10 víndrúvur
  • 2 stríputar reyðrøtur
  • 4 spsk róma
  • 2 spsk.sinnop
  • 1 sitrón

Soleiðis gert tú

  • Sker rivur í skinnið á dunnubringunum. Steik á pannu við skinninum niður. Vend dunnubringuni, tá skinnið er brúnkað, soleiðis at báðar síður verða stoknar. Steik í uml. 10 minuttir.
  • Sker leykir og reyðkál í helvt. Koyr ikki skalið av leykunum. Steik leykir, reyðkál og smátt skorið grønkál saman við dunnubringunum. Krydda við royktum salti.

Rómasalat

  • Sker reyðkálið smátt og vend tí saman við víndrúvum, róma, sinnopi, flísum av stríputu reyðrótunum og saft av sitrónini.
  • Tak grønmetið av pannuni, tá tað er stokt og hevur fingið gylta skorpu.
  • Tá 5 minuttir eru eftir av steikitíðini, lat súreplaløg, súreplaedik, oksabót, róma, súreplastykkir og frískt timian á pannuna. Gev dunnubringunum eitt upp­kók.
  • Sker dunnubringurnar í flísar og borðreið við stokta grønmetinum, rómasalatinum og rómasósini av pannuni.