Eplapitsa

Tá tað skal vera ómakaleyst og lekkurt í gerandisdegnum, er altíð gott við eini pitsu. Ein klassikari innan hvítu pitsurnar er eplapitsa við rósmarin. 😋

Tilfar til 4 fólk

  • Tveir pitsubotnar í rullu
  • 200 g av eplum
  • 50 g av grovt rivnum parmesanosti
  • 2 dl av súrróma (ella mascarpone)
  • 2 kvistar av rósmarin
  • Olivinolja
  • Salt
  • Pipar

Soleiðis gert tú

  • Set ovnin á 250 stig.  
  • Rulla pitsudeiggið út á bakiplátu.  
  • Skola og flys eplini og sker í tunnar flísar við mandolinjarni. Tú kanst eisini nýta ein harðføran ostaskerara ella eplaflysara fyri at fáa tunnar flísar.
  • Rív parmesanostin við grovu síðuni av rívijarninum.  
  • Smyr súrróman á pitsudeiggið. Legg eplaflísarnar javnt út á pitsurnar. Stroy rivna parmesanostin omaná.  
  • Legg til seinast rósmarinið omaná, slett eitt sindur av olivnolju á og so pipar og salt, sum tað hóvar tær.  
  • Baka í 10 minuttir í ovninum. 

Prei  
Hendan samansetingin á pitsu hóskar væl sum forrættur. Tú kanst gera fleiri smáar pitsur við at nýta tortilla wraps sum botn.  

Vilt tú gera tín egna botn, kanst tú eitt nú nýta hesa leskiligu uppskriftina upp á pitsubotn við fullkornsmjøli.

Uppskriftin er ment av Coop.