FK-Cup 2026

Flogbóltsfelagið Fleyr og Føroya Keypsamtøka skipa aftur í ár fyri árliga FK-Cup, har lið úr øllum Føroyum koma at kappast.
FK-Cup er eitt stórt tiltak og kappingin er tískil býtt í trý. Eitt vikuskifti fyri tey vaksnu, eitt fyri tey ungu og eitt fyri børnini.
Leygardagin 26. september vóru tey vaksnu í eldinum, har Høllin á Hálsi var karmur um, tá yvir 120 leikarar hittust til ársins fyrstu flogbóltskapping.
Úrslitini vóru hesi:
Meistaradeildin kvinnur
1. Mjølnir
2. Fleyr
Polestar deildin
1. Fleyr
2. Ternan
1. deild kvinnur
1. Fleyr
2. KÍF B
FK-Cup Ung, fyri U14 og eldri verður 7. – 8. novembur.