Grønmetisfrikadellur

Borðreið við tí dyppi, sum tú hevur hug til 
Soleiðis fært tú brúkt tínar grønmetisrestir!
Tilfar
- 1 reyðleykur
- Stelkurin av einum brokkoli
- 2 gularøtur
- 1 skvassj/kursjetta
- 1 lítla dós av maisi
- 2 egg
- 50 g av rivnum parmesanosti
- ½ – 1 dl av raspi
- Salt og nýmalið pipar
Soleiðis gert tú
- Rív gularøtur, brokkolistelk og skvassj.
- Sker leykin smátt.
- Trýst vætu úr skvassjini.
- Blanda alt grønmeti saman í eina skál.
- Koyr mais, salt, pipar og parmesan í.
- Rør síðan eggini í – eitt í senn.
- Samla farsið við raspinum, til tað er passaliga tjúkt.
- Steik frikadellurnar uml. 5 min. á hvørjari síðu, til tær fáa ein vakran, gyltan lit.