Dadlukúlur

Dadlukúlur eru eitt leskiligt alternativ til sjokolátu og marsipan, sum vit vanliga eta nógv av um jólini. 
Tilfar
- 100 g av dadlum uttan steinar
- 20 g av mandlum
- 20 g av kasjúnøtum
- 3 spsk. av kokusmjøli
- 0,5 tsk. av vaniljusukri
- 3 spsk. av kakao
- Kaffi ella kokosmjólk at gera deiggið bleytari
- Kakao at rulla kúlurnar í
Soleiðis gert tú
- Lat alt tilfarið í eina hvirlu, og mal til eitt bleytt deiggj.
- Rulla til smáar kúlur.
- Vend kúlunum í kakao.
Uppskriftin er ment av Coop