Gularótakøka
við súreplum og bromberum

Soleiðis gert tú
Smelta smørið og lat tað kólna eitt sindur.
Píska egg og putursukur væl saman.
Rív gularøturnar og rør tær síðani í deiggið.
Blanda mjøl, bakipulvur, kanel, kardamummu, vaniljusukur og salt saman og rør tað í deiggið. Vend tað saman við einum deiggjspaka. At enda verður smørið vent í.
Koyr deiggið í formin og baka køkuna í umleið 35-40 min. við 180°.
Kanna við einum knívsoddi, um køkan er bakað ígjøgnum. Lat gularøtakøkuna kólna heilt.
Rómaostaglasurur
Píska smør og flormelis væl saman. Vend rómaostin í saman við vaniljusukri og rivnum sitrónskali.
Breið glasurin javnt út yvir ta kólnaðu køkuna.
Uppskriftin passar til eina skuffu á uml. 30×22 cm.
Tilfar
- 160 g smør
- 4 egg
- 275 g putursukur
- 350 g gularøtur
- 300 g mjøl
- 2,5 tesk. bakipulvur
- 2,5 tesk. kanel
- 0,5 tesk. kardamumma
- 0,5 tesk. vaniljusukur
- 0,5 tesk. salt
Rómaostaglasurur
- 100 g smør (stovuhita)
- 200 g flormelis
- 150 g rómaostur
- 1,5 tesk. vaniljusukur
- 1 sitrón (vistfrøðilig)