Gularótasuppa

Ein sunn og leskilig uppskrift, sum hóskar væl til køldu vetrardagarnar.
Tilfar til 4 fólk
- 400 g av gularótum
- 2 súrepli
- 2 leykir
- 2 bátar av hvítleyki
- 4 súpisk. av olju
- 8 dl av vatni
- 2 vistfrøðiligar grønmetisbótarmolar
- 2 tesk. av ediki
- 2 súpisk. av súrróma
- 10 leggir av persillu
- 2 tesk. salt
- 2 knívsp. pipar
Soleiðis gert tú
- Skola og flys gularøturnar. Sker í bitar.
- Skola súreplini og sker í bitar.
- Flys leykirnar og sker teir smátt.
- Flys hvítleykin og sker í skivur.
- Hita oljuna í eini grýtu, og steik teir í 2 minuttir. Teir skulu ikki brúnkast.
- Stoyt 4 dl. av vatni í grýtuna saman við bótarmolunum. Stoyt restina av vatninum í, tá bótarmolarnir eru loystir upp.
- Koyr gularøtur og súrepli í grýtuna, og kóka suppuna í uml. 20 minuttir, til grønmeti er moyrt. Tú kanst kanna, um gularøturnar eru moyrar við at stinga ein spískan knív í tær. Sleppa tær knívinum, eru tær moyrar.
- Tak grýtuna av komfýrinum, og lat suppuna kólna eitt sindur.
- Blenda suppuna. Um suppan er ov tjúkk, kann hon tynnast við eitt sindur av vatni. Smakka til við salt, pipar og ediki.
- Skola persilluna undir køldum vatni. Turka persilluna og sker hana í smá stykkir.
- Borðreið í skálum og pynta við súrróma og persillu.