Jarðberjatrifli við maskarponekremi
Tilfar
- 300 g Coop fryst jarðber
- 1 súpisk. Maizena
- 1 tesk. sitrónsaft
- 1 dl róma
- 200 g maskarpone
- 2 súpisk. florsukur
- 1 tesk. vaniljusukur
- Makrónur ella Digestive keks
Soleiðis gert tú
- Kóka 300 g av jarðberum við lágum hita. Lat 3 súpisk. av sukri og 1 tesk. av sitrónsaft útí.
- Kóka í 10-15 min.
- Rør eina súpisk. av Maizena og eitt sindur av køldum vatni saman og javna fruktgreytin.
- Lat fruktgreytin kølna.
- Píska 1 dl av róma.
- Rør 200 g av maskarpone saman við 2 súpisk. av florsukri og 1 tesk. av vaniljsukri.
- Rør róman varliga upp í maskarponekremið.
- Knúsa makrónur ella Digestive keks niður í 4 gløs.
- Fyll so maskarponekremið í gløsini og koyr kølnaða fruktgreytin omaná.