Jóladunnan

– soleiðis steikir tú jóladunnuna

Hvørji jól fylgir Bo Møll­er, marknaðarleiðari í FK, trúfast hesi upp­ skriftini, tá hann steikir dunnu. Tað hevur hann gjørt síðani FK í áttatiárunum seldi eina røð av kókibók­lingum. Uppskriftin er úr bóklinginum “Jul fra Brugsen”.
Vit endurgeva her hesa nostalgisku og einføldu uppskriftina.

Tilfar

  • Dunna, uml. 2800 g
  • 1,5 tsk av salti
  • 2 súrlig súrepli, flust og skorin í bátar
  • uml. 100 g av sviskum uttan steinar
  • Steikitíð: dunna, 3000 g, 2 t. 15 min – 2 t. 45 min

Sós

  • Veingir, hálsur, krás og hjarta 0,75 l av vatni
  • 1 kvist av timian
  • 1 leyk
  • 1 tsk av salti 4 piparkorn
  • 1­2 tsk av maizena, salt, pipar og kulør eftir tørvi

Tilhoyr

  • Hvít epli
  • brúnkað epli
  • reyðkál
  • súltutoy

Soleiðis gert tú

  • Kóka dunnuna innan og uttan. Klipp uttastu veingjarbroddarnar og eitt sindur av skinninum á hálsinum av og legg til síðis. Fest restina av hálsinum og veingjunum á ryggin við kjøtpinnum.
  • Gníggja dunnuna við salti og fyll hana við súreplum, sviskum og livur í terningum, sum tær nú dámar.
  • Lat dunnuna aftur við kjøtpinnum og legg hana við rygginum upp í steikiskuffu.
  • Steik hana í umleið hálvan tíma við 160 stigum.
  • Kóka ímeðan grundina til sósina. Kóka spakuliga í umleið ein hálvan tíma veingjarbroddar, háls, hjarta og krásina í vatni við timian, leyki, salti og piparkornum til suppu. Síla fylluna í suppuni frá og set suppuna til síðis.
  • Vend dunnuni og solda ovasta feittið, sum er smeltað av dunnuni, frá. Stoyt suppuna í steikiskuffuna og steik dunnuna lidna við 160 stigum alt eftir, hvussu nógv hon vigar.
  • Stoyt síðani soðið av skuffuni og skúma feittið frá. Til seinast skal dunnan steikjast í umleið 10 minuttir við 225 stigum, so hon verður brún og gylt.
  • Javna soðið við maizena og smakka til við salti og pipari. Rør kulør í eftir egnum tykki.