Kanelsniglar

Hugna tær við heimabakaðum kanelsniglum – til bronsj ella til ein góðan drekkamunn.

Hendan uppskriftin er til umleið 10 kanelsniglar.

Deiggj

  • 25 g ger
  • 1 dl mjólk
  • 1 súpisk. sukur
  • 1/2 tesk. salt
  • 1 egg
  • 100 g bleytt Thise smør
  • Uml. 300 g hveitimjøl

Fylla

  • 150 g bleytt Thise smør
  • 150 g putursukur
  • 1 1/2 súpisk. kanel

Soleiðis gert tú

  • Lunka mjólkina og upploys gerina í mjólkini.
  • Koyr salt og sukur í og rør síðan eggið í.
  • Blanda smør og mjøl og elt tað saman við váta tilfarinum.
  • Koyr eitt viskustykkið útyvir og lat ganga í 1 1/2 tíma.
  • Blanda smør, farin og kanel til fylluna.
  • Elt deiggið og rulla tað tunt út til ein fýrakant (uml. 20 x 40 cm). Smyr fylluna á og rulla deiggið saman til en pylsu.
  • Sker í uml. 10 stykkir og legg kanelsniglarnar á eina bakiplátu.
  • Lat ganga í 30 min.
  • Baka í heitluftsovni á 175 stigum í uml. 20 min.
  • Lat teir kølna eitt sindur – koyr glaring á og njót teir, meðan teir eru flógvir.