Konfektrulla

Konfektrulla við marsipan, saltstongum og skúmgæti hevur eitt samanspæl av fleiri ymsum smakkum, sum fær tey flestu at munga. 😋

Tilfar 

  • 300 g av marsipan
  • 15 g av saltstongum
  • 1 nevi av skúmgæti. Brúka lítil skúmgæti ella stór, skorin í smærri bitar.

Rómakaramell

  • 125 g av sukri
  • 60 g av glukosesiropp
  • 2,5 dl av pískiróma
  • 40 g av grovt hakkaðum jarðnøtum

Pynt

  • 200 g av myrkari sjokolátu
  • Gulldust
  • Rómakaramell
  • Saltstengur
 
  •  

Soleiðis gert tú

  • Byrja við at gera rómakaramell. Lat alt tilfarið í eina grýtu, og kóka upp. Síðani skal tað smákóka við lágum hita í uml. 20 minuttir. Tá tilfarið er gylt, og sleppur botninum, er tað liðugt.
  • Stoyt rómakaramellið á eitt stykki av bakipappír, og evna til ein fýrakant, ið er eitt sindur minni enn eitt A4-pappír til støddar.
  • Stroy hakkaðu jarðnøturnar omaná, og lat kólna til uml. stovuhita.
  • Rulla marsipan út til ein stóran fýrakant á uml. 20×30 cm.
  • Sker rómakaramellið til ein minni fýrakant, og legg hann á linju við einu langsíðuna av marsipaninum, soleiðis at man enn sær hinar tríggjar síðurnar av marsipaninum.
  • Legg eitt lag, uml. 5 cm breitt, av saltstongum á tí síðuna, har karamellið dekkar marsipanið. Legg síðani eina tunna rípu av skúmgæti omaná saltstengurnar.
  • Rulla plátuna til ein rullukøku. Ger hana so tætta sum gjørligt.
  • Smelta sjokulátuna og stroy útyvir rulluna.
  • Pynta við hakkaðum rómakaramelli og saltstongum, áðrenn sjokolátan harðnar.
  • Tá sjokulátan er harðnað, kanst tú pynta við gulldusti.
Prei

Tá tú smeltar myrka sjokulátu, skal hon fyrst hitast upp í 55 stig. Lat hana kólna niður í uml. 29 stig, áðrenn tú hitar hana upp aftur til 31-33 stig.

Uppskriftin er ment av Coop.