Laksalasanja

Hendan lekkra uppskriftin er partur av barnavinarliga matkassanum hjá Coop og hóskar tí til alla familjuna – stór sum smá.
Tilfar, lasanja
- 500 g laksur
- Olja at steikja við
- 200 g spinat
- 1 pakka av frískum lasanjuplátum
- 1 pakka mornay sós
- 1 pakka av rivnum mozzarella
Salat
- 1 spískkál
- 2 súreplir
- 1 spsk hunang
- 2 spsk smør
- 100 g valnøtir
Soleiðis gert tú
- Set ovnin á 200 hitastig.
- Sker laksin í álir á uml 1/2 cm.
- Skola spinatið væl og lat torna á einum viskustykki.
- Smyr eitt fat við olju, legg fyrst lasanjuplátur á botnin, so spinat, so laksaálir og at enda mornaysós. Endurtak hesa raðfylgjuna, til fatið er fult og tú hevur ikki meira eftir.
- Stroy salt, pipar og rivið mozzarella omaná.
- Set fatið í ovnin í uml. 25 minuttir.Prei: Tú kanst eisini brúka turrar lasanjuplátur, lat tá fatið vera í ovninum eina løtu afturat.
Salat
- Sker spískkálið fínt og legg pent í eina salatskál. Sker súreplini í tunnar bátar og legg oman á skálina.
- Hita hunang, smør og valnøtur á eini pannu. Rør inntil nøtirnar fáa lit, men ansa eftir, at tað ikki brennur.
- Stoyt flógvu nøtirnar og hunangin oman á salatina.
Uppskriftin er ment av Coop.