Marokkanskur lambsbógvur

Ein ørvísi uppskrift uppá lambsbógv, ið hevur sín íblástur úr Marokko. Gev gætur, at við hesari uppskriftini er best at byrja dagin fyri, tí kjøtið hevur best av at liggja í kryddlaka leingi.
Tilfar
- Ein lambsbógvur
Kryddblanding til bógvin
- 1 spsk av gurkumaiu
- 1 spsk av spísskumman
- 1 tsk av kili flykrum
- 1 tsk av fínmalnum kayennupipari
- 1 tsk av finmalnum ingiferi
- 1 tsk av kaneli
- 1 ósproytað sitrón (bæði skal og saft)
- 1 spsk av hunangi
- 1 spsk av hakkaðum ingiferi
Annað tilfar
- 2 spsk av olivinolju
- 2 skornar leykir
- 4 pungar av hvítleyki
- Salt og pipar
- 2 dl av hvítvíni
- 100 g av turkaðum og hakkaðum aprikosum
Soleiðis gert tú
- Gníggja kryddblandingina á lambsbógvin.
- Koyr bógvin í ein plastposa. Lat hann liggja køliskápinum til dagin eftir.
- Hita ovnin til 180 stig.
- Hita oljuna í stórari pannu og brúnka leykin og hvítleykin.
- Koyr brúnkaða leykin og hvítleykin í eldfast fat. Legg lambsbógvin omaná.
- Krydda væl við salti og pipari.
- Steik lambsbógvin ein tíma við 180 stigum.
- Lat síðani hvítvín og aprikosur í fatið.
- Set fatið aftur í ovnin, og steik í 30-40 minuttir afturat (mediumstokt) ella í 50 minuttir (gjøgnumstokt).
- Tá lambsbógvurin er liðugt stoktur, balla hann so inn í stanniol.
- Stoyt soðið í eldfasta fatinum í eina grýtu,og kóka spakuliga til eina siropssós.
- Lat sitrón í og smakka til við salt og pipari.
- Borðreið við cous cous og salati.
Væl gagnist!