Morli-køka
við súreplum og bromberum

Soleiðis gert tú
Ein køka, sum er løtt at gera, har fyllan kann broytast, alt eftir hvørja frukt, tú brúkar.
Tilfar til 6 fólk
- 6 súreplir. Brúkar tú stór súreplir, kanst tú minka um mongdina av súreplum.
- 100 g fryst bromber
- 150 g smør. Smørið skal vera bleytt. Rokna eitt sindur eyka smør til formin.
- 100 g havragrýn
- 50 g kokusmjøl
- 50 g rørsukur
- 1 súpisk. vaniljusukur
- 1 tesk. kanel
- 1 tesk. kardamumma
- Set ovnin á 180 stig, vanligan hita.
- Blanda turra tilfarið og smørið við einum gafli.
- Smyr formin við smøri, sker súreplini í bátar og breið teir út í formin.
- Koyr bromberini omaná súreplini og breið deiggjmorlið út yvir fruktina.
- Baka í 35-45 minuttir. Borðreið við súrróma ella skyri.
Væl gagnist!