One-pot pasta við chorizo

Tilfar til 4 fólk
- 400 g spagetti
- 400 g hakkaðar tomatir
- 2 stk. lítil leykur
- 2 bátar hvítleyk
- 320 g cherrytomatir
- 1 squash
- 2 tsk basilikum
- 2 tsk oregano
- 100 g chorizo
- 6 dl grønmetisbouillon (vatn + bouillonterning)
- 2 spsk matolja
- 1 tsk cayennepipar ella frískt kili
- 1 tsk salt
- pipar
- 50 g parmesanost
Soleiðis gert tú
- Hakka leyk og hvítleyk. Rív squash og sker cherrytomaturnar í bátar. Sker chorizopylsuna í bitar.
- Koyr alt í grýtuna saman við restini av tilfarinum og kóka upp. Kóka í uml. 20 min ella til spagetti er al dente.
- Borðreið við parmesanosti og evt. frískum basilikumbløðum.
Væl gagnist!
Hendan lekkra uppskriftin er ment av Matbitanum. Uppskriftin hóskar til 4 fólk.