One-pot pasta

við høsnarunga og heimagjørdum italskum kryddi

Tilfar

  • 400 g av pasta
  • 450 g av høsnarungabringu, skorin í smáar terningar
  • 1 grovt hakkaður leykur
  • 3 fínt hakkaðir hvítleyksbátar
  • 1 nevi av sólturkaðum tomatum, skornar í strimlar
  • 2 dósir av sjerritomatum
  • 7 dl av høsnaboullion
  • 2 dl av róma
  • 1 spsk. av italskum kryddblandi (les niðanfyri)
  • 1 nevi av frískum basilikum
  • 1 pakki av drenaðum mozzarella
  • 60 g av rivnum parmesanosti
  • Salt og pipar
  • Olja

Tilfar til italska kryddblandið

Øll kryddini eru turkað

  • 3 spsk av persillu
  • 3 spsk av basilikum
  • 3 spsk av oregano
  • 1 spsk av hvítleykspulvuri
  • 2 tsk av leykpulvur
  • 1 tsk av timian
  • 1 tsk av merian
  • 1 tsk av kiliflakum
  • 1 tsk av frískum pipari

Soleiðis gert tú

  • Blanda kryddið saman. Hevur tú ikki alt inni, sum stendur á listanum, kanst tú blanda tað, sum tú eigur, og tú heldur hóskar saman. Brúka øll tíni yndiskrydd, her eru ongin mørk.
  • Hita oljuna í stórari grýtu og brúnka høsnarungaterningarnar, meðan tú kryddar við salti og pipari. Skal ikki gjøgnumsteikjast beinanvegin, men bert brúnkast á kantunum.
  • Koyr leyk, hvítleyk og italska kryddið í grýtuna og steik í nakrar fáar minuttir.
  • Stoyt dósirnar við cherrytomatum, høsnaboullion, róma, pasta, sólturkaðar tomatir og basilikum í grýtuna og kóka upp.
  • Skrúva hitan niður og lat rættin kóka spakuliga, meðan tú rørir í grýtuni, so sósin ikki brennist. Hygg at pakkanum, hvussu leingi pastan skal kókast, og legg nakrar minuttir afturat. Tað er tí at pastan kókar við lægri hita í sósini, enn um tú kókar hana í vatni.
  • Tá pastan er kókað so væl, sum tú kundi hugsað tær, tað vil siga einar 3-4 minuttir eyka, koyrir tú rivna parmesanostin og mozzarella, skornan í minni bitar, í rættin. Rør væl saman.
  • Smakka rættin til við salti og pipari. Borðreið við hakkaðari persillu og rivnum parmesanosti.

Hendan lekkra ‘One pot pasta’ uppskriftin er ment í samstarvi millum Coop og gourministeriet.dk