Panna cotta

við ferskusjele

Tilfar Panna cotta

  • 2,5 límbløð
  • 1 vaniljustong
  • 5 dl av róma
  • 50 g av sukri
  • Rivið skal av hálvari, vistfrøðiligari sitrón

Tilfar ferskusjele

  • 3 límbløð
  • 2 ferskur
  • 70 g av sukuri
  • 1,5 dl av vatni

Soleiðis gert tú

Panna cotta

  • Bloyt límbløðini í køldum vatni í umleið 15 minuttir.
  • Skava kornini úr vaniljustongini og blanda tey við einum sindri av sukurinum.
  • Stoyt róman, sukurið, vaniljukornini, vaniljustongina og rivna skalið av sitrónini í eina grýtu.
  • Hita varisliga upp í umleið 10–15 minuttir. Hitin skal liggja um 80 stig, og má endiliga ikki kóka.
  • Síla rómablandið nakrar ferðir, so tú fært sitrónskalið og vaniljustongina úr.
  • Stoyt rómablandið aftur í grýtuna og hita tað uppaftur. Vind vatnið úr límbløðunum og blanda tey saman við rómanum, eitt í senn.
  • Stoyt rómablandið í eina skál og lat kølna eina løtu – tó uttan at tað setur seg. Soleiðis tryggjar tú tær, at vaniljukornini ikki søkka á botn. Tá rómablandið er kølnað til umleið 15 stig, kanst tú stoyta tað í fýra vøkur gløs, ið tú ynskir at borðreiða við. Set gløsini í kulda og bíða umleið fýra tímar.

Ferskusjele

  • Legg límbløðini á blot í køldum vatni í umleið 15 minuttir.
  • Flys ferskurnar og sker tær í minni bitar.
  • Kóka ferskur, sukur og vatn í einari grýtu og lat smákóka í umleið 8 minuttir.
  • Lat kølna eitt sindur, áðrenn tú blendar til ein fínan siropp. Tak nú 2 dl av siroppinum og stoyt aftur í grýtuna og hita upp.
  • Vind vatnið úr límbløðunum og blanda tey saman við ferskusiroppinum, eitt í senn.
  • Lat siroppin kølna. Tá hann er umleið 25 stig, stoytir tú hann í gløsini við panna cotta, so tú hevur hálvan cm av ferskusiroppi í hvørjum glasi.

Prei!
Um tú stoytir siroppin á undirsíðuna av einari skeið, fellur hann bleytari á títt panna cotta. Tá fært tú ein hvassari og vakrari kant.

Set nú gløsini aftur í kulda, til sjeleið hevur sett seg. Pynta gløsini við frískum bløðum av myntu ella sitrónmelissu.