Pasta við spinati og laksi

Pasta og italski køkurin er vorðin alsamt meira vælumtóktur um okkara leiðir. Tíbetur skalt tú ikki til Italia, fyri at uppliva italsku matmentanina.
Spaghetti við kjøtsós, ella spaghetti bolognese sum italiumenn siga, er allarhelst mest kendi pastarætturin. Men møguleikarnir við pasta eru nærmast óavmarkaðir. Royn henda leskiliga og skjóta rættin við spinat og laksi. Hann kann klárast uppá 15 minuttir

Tilfar til 4 fólk

  • 400 g pasta
  • 250 g av frískari spinat
  • 200 g av royktum laksi
  • 1 dl. pískiróma
  • Salt
  • Pipar

Soleiðis gert tú

  • Kóka pasta í lættsaltaðum vatni.
  • Skola spinatið og turka tað.
  • Sker laksin í passaligar bitar.
  • Stoyt vatnið frá, tá pasta er kókað. Blanda við róma og spinati. Krydda við salti og pipari. Lat grýtuna standa á lágum hita, meðan tú rørir í, so at rómin tjúknar og gerst kremutur.
  • Lat til seinast laksin í og blanda alt saman. Smakka til við meira salti og pipari, um neyðugt.
  • Kóka pasta í ríkiligt av vatni. Til 400 g av pasta, skalt tú brúka 4 litrar av vatni. Brúka eina tsk av salti fyri hvønn litur av vatni.
  • Kóka pasta uttan lok og minst til at røra í grýtuni.
  • Fleiri brúka parmesanost saman við pasta. Men sambært óalmennu italsku “pastalógini”, etur man ikki parmesanost saman við fiski ella skeljadjórum.