Rísingreytur

við jólakryddi og appilsinsukri

Tilfar 

  • 2 dl av vatni
  • 200 g av greytrísi
  • 1 l av bóndamjólk (3,5%)
  • 1 kanelstong
  • 1 tsk av turkaðari ingifer
  • 10 heil kardamummuhylki
  • Salt, eftir tørvi

Appilsinsukur

  • Rivið skal av einari vistfrøðiligari appilsin
  • 4 spsk av sukri
Vaniljusmør
  • 100 g smør
  • 1 vaniljustong
 
  •  

Soleiðis gert tú

  • Kóka helvtina av vatninum upp, koyr greytrísini í og lat smákóka í 2-3 minuttir, meðan tú rørir í.
  • Stoyt restina av vatninum í grýtuna saman við mjólkini og kryddaríunum. Lat greytin smákóka við lágum hita í uml. 45 minuttir, til greyturin er tjúkkur og rísini moyr. Rør javnan í greytinum, so hann ikki brennur. Smakka til við salti.
  • Tak heilu kryddaríini úr, og borðreið heita greytin við appilsinsukrinum og vaniljusmørinum.

Appilsinsukur

  • Blanda sukur og appilsinskal í eina skál. Lat standa í 5-10 minuttir.

Vaniljusmør

  • Royn ymiskar sitrusfruktir til sukrið. Tú kanst eitt nú kombinera rivið klementin- og sitrónskal.

    Leypur greytur av, kann hann nýtast til klattar. Rør tvey egg í og steik klattarnar á pannu. Tú kanst eisini koyra rosinur í, so verða klattarnir saftigari.