Saltaðar mandlur

Saltmandlur eru skjótar at gera. Tær kunnu latast í eitt nú salat, ella sum ein skjótur munnbiti, tá svongdin byrjar at gera um seg.

Tilfar

  • 200 g mandlur
  • 2 dl sukur
  • 1,5 dl vatn

Soleiðis gert tú

  • Kóka vatnið upp, og rør saltið í, til tað er upployst.

  • Lat mandlurnar í grýtuna, og lat tær liggja í saltaða vatninum í 20 minuttir.

  • Legg mandlurnar á eina bakiplátu og baka á 175 hitastigum í 15 minuttir. Vend mandlunum nakrar ferðir.

Væl gagnist!