Sitrónfromasja
við rómaskúmi, frískum hindberum og lakresspulvuri

Ein klassisk dessert 
Tilfar
- 4 bløð av húsblassi
- 3 egg (hitaviðgjørd)
- 100 g av sukri
- Skalið av 2 vistfrøðiligum sitrónum
- 1/2 dl.av nýpressaðari sitrónsaft
- 3 dl av róma at píska
- Hindber og lakresspulvur at pynta við
Soleiðis gert tú
- Bloyt húsblassið 10 minuttir í køldum vatni.
- Tak húsblassið úr vatninum og smelta tað við lágum hita í lítlari grýtu.
- Píska egg og sukur saman til tað er ljóst og lætt.
- Blanda smeltað húsblass, sitrónskal og sitrónsaft saman og rør tað í pískaðu eggini og sukrið.
- Píska róman til skúm og vend hann varliga í eggjablandið.
- Koyr sitrónfromasjuna í 4 gløs ella í stóra skál. Fromasjan skal standa í kulda í minst 4 tímar.
- Áðrenn tú borðreiðir, pynta so fromasjuna við rómaskúmi, frískum hindberum og stroy eitt sindur lakresspulvuri á.