Skeljadýrsalat
við krabbahalum, laksi og rækjum

Ein lítil rættur til 2 fólk, ella forrættur til 4 
Tilfar
- 1 ½ bundi av grønum aspargus
- Eitt sindur av olivinolju
- 150 g av krabbahalum í laka (ella tiðnaðir)
- 150 g av royktum laksi
- 150 g av rækjum, helst stórar
- 1 sitrón, helst vistfrøðilig, tí skalið skal brúkast
- 4 bløð av hjartasalati
- 10 mandlur
- 1 dl av súrróma
- 1 dl av royktum ost
- Ein neva av sýrusmæru
- 2 egg
Soleiðis gert tú
- Kóka eggini í 6 minuttir, tey skulu vera bleyttkókað. Eru eggini smá, er nóg mikið at kóka tey í 5 minuttir.
- Lat eitt sindur av olivinolju á heita pannu.
- Sker báðar endarnar av aspargusunum og steik tey á pannuni til tey hava fingið gyltan lit.
- Koyr krabbahalarnar á pannuna og hita teir ígjøgnum í nakrar minuttir.
- Legg flísar av laksinum á borðiskin, tú fert at borðreiða salatið á.
- Rív eitt sindur av sitrónskali oman yvir laksin. Legg síðan bløðini av hjartasalatinum oman á laksin.
- Breið stokt aspargus, krabbahalar, rækjur og hakkaðar mandlur út yvir salatið.
- Rør ein dressing av roykta ostinum og súrrómanum og legg hann út yvir salatið.
- Til seinast leggur tú bleyttkókað egg og sýrusmæru oman á rættin.
- Borðreið við snerktum breyði afturvið.