Søtar mandlur

Søtar mandlur, brendar mandlur, karamelliseraðar mandlur. Mong eru heitini, men angin er tann sami. Angin av jól.
Hendan uppskriftin í mikrovni er bæði skjót og løtt, og úrslitið verður líka gott hvørja ferð.
GG: Brúka eina skál, ið tolir at fara í mikroovn.

Tilfar

  • 200 g mandlur
  • 2 dl sukur
  • 1,5 dl vatn

Soleiðis gert tú

  • Lat mandlur, sukur og vatn í eina stóra pannu.
  • Kóka spakuliga til sukrið er upployst.
  • Skrúva upp fyri hitanum, tá sukrið er upployst.
  • Tá lakin gerst tjúkkri, skalt tú røra í allatíðina, inntil allar mandlurnar eru dekkaðar við einum lagi av sukri.
  • Legg mandlurnar á eina bakiplátu klædda við bakipappíri og lat tær kølna.

Væl gagnist!