Visjón

FK, sum er 100% føroyskt og ogn hjá limum felagsins, skal við áhugaverdum og spennandi handlum selja nýggjastu og feskastu vørurnar.

FK skal ganga á odda og vera sjónligt í samfelagnum, serliga í sambandi við vistfrøði, umhvørvi og ábyrgdarfulla sølu.

Við einari virknari og nýtímans leiðslu skulu vit røkka góðum úrslitum, sum gagna limunum.

Vit skulu virka fyri at selja føroyskframleiddar vørur í handlum okkara.

Sum Føroya besta arbeiðspláss, við vælútbúnum og dugnaligum starvsfólkum, skulu vit vera tað fyrstvalda innkeypsstaðið.