Fá 15% í avsláttri

Tá tú keypir fyri meira enn 300 kr. í einum 19. oktober til 24. oktober 2026​ fært tú ein virðisseðil, ið gevur tær 15% í avsláttri fyri eitt heilt keyp. Tú kanst brúka virðisseðilin 30. og 31. oktober 2026. Treytir eru galdandi.

Avslátturin er galdandi í Føroya Keypssamtøku.

Avslátturin er galdandi fyri allar vørur í handlunum undantikið tubbak, snús, apoteksvørur, avísir, vikubløð, magasinir, frímerki, spøl, tips og lotto, Gekkar, talutíðarkort, móðurmjólkarlíki, upplivingarpakkar, fløsku- og gasspant og samlimerkjavørur.

Seðilin kann ikki býtast um til reiðan pening. Hvør seðil kann bara brúkast eina ferð.

Fyri at fáa avslátturin skal seðilin skannast fyrst, og síðani vørurnar.

Ofta settir spurningar

Eg havi keypt fyri 299 kr., men fekk ongan virðisseðil, er tað rætt?

Ja, tað er rætt. Tað er neyðugt at keypa fyri 300 kr. ella meira í einum keypi, fyri at fáa virðisseðilin.

Kann eg brúka fleiri virðisseðlar?

Ja. Fyri hvørja ferð tú keypir fyri 300 kr., fært tú ein virðisseðil, ið gevur 15% í avsláttri. Hvør virðisseðil kann brúkast eina ferð, men hevur tú fleiri seðlar, kanst tú keypa fleiri ferðir og fáa -15% av hvørjum keypi.

Eg fekk ongan virðisseðil við mær, tá eg keypti seinast - kann eg fáa ein virðisseðil nú?

Nei, tað ber tíverri ikki til at fáa virðisseðilin seinni. Virðisseðlar verða latnir við kassan, tá tú hevur goldið.

Kann eg seta ymiskar kvittanir saman, sum geva 300 kr tilsamans, og fáa ein virðisseðil?

Nei, virðisseðlar verða bert latnir, tá tú keypir fyri minst 300 kr. í einum keypi.