Vokkrættur
við malnum kjøti og brokkoli

Tað er bæði sunt, lætt og skjótt at taka vokkina fram og gera ein lekkran vokkrætt við íblástri úr asiatiska køkinum. Rætturin kann gerast við øllum sløgum av malnum kjøti.
Kili, leim, sukur og soya geva eina góða javnvág millum tað sterka, súra, søta og salta. Hetta er ein leskilig uppskrift, ið má roynast!
Tilfar
- 6 várleykir
- 500 g av brokkoli
- 400 g av malnum oksa-, svína- ella høsnarungakjøti. Í mesta lagi 10% feitt
- 1 tsk av olju
- 2 spsk av leim- ella sitrónsaft
- 2 tsk av sukri
- 4 spsk av soya
- 1 tsk av sambal oelek ella frískum, reyðum kili
- 300 g av fullkorns eggnudlum
- 40 g av ósaltaðum kasjúnøtum ella mandlum (2 spsk.)
Soleiðis gert tú
- Sker várleykirnar.
- Sker brokkoli í smá tyssi. Leggurin skal skerast í puntar.
- Brúnka várleykirnar í olju á pannuni. Lat kjøtið í og brúnka tað. Koyr síðan brokkoli í og lat tað steikja í 3-4 minuttir. Til seinast koyrir tú leimsaft, sukur, soya og sambal oelek í. Lat kóka í 2 minuttir.
- Kóka nudlurnar eftir leiðbeiningini, uttan salt. Stoyt vatnið frá, og blanda nudlurnar saman við restini av rættinum.
- Brúnka kasjúnøturnar á turrari pannu, og stroy á rættin.
Prei
Um tær ikki dámar sterkan mat, kanst tú lata vera við at brúka sambal oelek ella kili. Men hetta riggar sera væl saman við restini av tilfarinum.
Minst til, at vokkin skal vera heit, tá tilfarið verður steikt. Vit brúka olju í staðin fyri smør, tí oljan tolir meira hita enn smørið.